(Mynd: Hjálparfólkafelagið)

Hjálparfólkafelagið stovnað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 08:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Nýtt felag fyri fólk, sum arbeiða sum hjálparar á dag- og samdøgursstovnum varð stovnað á fundi í Saltangará í gjárkvøldið.

Hjálparfólkafelagið hevur nú skipað seg við Maj Britt Winther Hentze Jacobsen sum forkvinnu, Lindu Højgaard sum næstvorkvinnu og Eystan Elisson sum peningarøkli. Hinir nevndarlimirnir eru Claus Højgaard og Sámal Hansen.

Fyrstu uppgávurnar hjá nýggja felagnum verður at fáa fleiri limir og fáa í lag fundir við tryggingarfeløgini fyri at fáa tryggingina upp á pláss, upplýsir Sámal Hansen fyri kvf.fo.

Higartil hava hjálparar á stovnum verið limir í Pedagogfelagnum, men eftir at viðtøkurnar fyri pedagogfelagið vórðu broyttar, so at útbúnir pedagogar eru tryggjaðir serumboðan í leiðsluni, er ein ávís ónøgd komin fram millum teir limir, sum ikki hava útbúgving.