Mynd frá dystinum í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

- Hjálparmenninir uttan fyri síðulinjuna vóru mest sum útlúgvaðir

Sverri Egholm

18.06.2018 - 20:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vertirnir á oddaliðnum høvdu eina greiða ætlan um at taka ferðina úr okkara spæli, og var ein møguleiki, so lógu teir eftirá, somikið ofta, at hjálparmenninir uttan fyri síðulinjuna vóru mest sum útlúgvaðir eftir dystin, skrivar redaktiónin á B36 heimasíðuni eftir 2-1 tapið móti HB í gjár.

Tað var annars B36, sum var væl betra liðið í fyrra hálvleiki, og legði seg eisini á odda eftir brotsspark tá 37 minuttir vóru leiktir. Men síðst í fyrra hálvleiki vendi HB dystinum og javnaði til 1-1. Tá ein tími var leiktur var Adrian Justinussen aftur upp á spæl, og við høvdinum stútaði hann HB framum, 2-1.

B36 legði stórt trýst á grannarnar seinastu løtuna, men bólturin vildi ikki inn.

- Úrslitið stóð ikki til at broyta, og so mugu vit nokk ásanna, at vit ikki eru í nær námind nøkrum FM-stríði. Kanska var dysturin bara ein staðfesting av muninum millum eitt lið, har lotið er undan, og eitt lið, har brekka hevur verið nakað tung seinastu tíðina, skrivar felagið.

- HB fáa vit so einki gjørt við, fyrr enn vit í august skulu takast við teir á Tórsvølli, skrivar B36 heimasíðan og sipar til finaluna um løgmanssteypið.


Støðan eftir 14 umfør

1. HB (37 stig)
2. KÍ (32 stig)
3. NSÍ (26 stig)
4. B36 (25 stig)
5. Víkingur (23 stig)
6. EB/Streymur (17 stig)
7. Skála (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)