Fólk lógu nátt í gøtunum av ótta fyri fleiri skjálvtum (Mynd: EPA)

Hjálpin er á veg til jarðskjálvtarakt øki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 11:04

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í Iran og Irak er ikki so óvanligt, at jørðin skelvir. Men sunnukvøldið upplivdu londini ein jarðskjálvta, ið varð sterkari enn vanligt, og higartil hevur skjálvtin kostað yvir 300 mannalív.

Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum, USGS, hevði skjálvtin eina styrki upp á 7,3.

Serliga býir í fjallalendinum við markið millum Iran og Irak.

Sambært aðalskrivaranum í Reyða Krossi í Danmark, Anders Ladekarl, eru góðar tilbúgvingartænastur til reiðar í landinum, sum Reyði Krossur arbeiðir við.

- Vit eru tíverri væl fyrireikað til jarðskjálvta í Iran. Iran er landið, ið verður rakt av flest jarðskjálvtum um árið, og tí stendur tilbúgvingin altíð klár, og tað er tí, at vit kunnu fáa hjálpina skjótt avstað, sigur aðalskrivarin við Danmarks Radio.

Reyði Krossur arbeiðir saman við neyðhjálparfelagsskapinum Reyði Hálvmáni, ið stendur sterkur í økinum. Hjálparfelagsskapurin leggur dent á at veita lívd til teir íbúgvar, ið standa uttan tak yvir høvdið.

Oyðileggingarnar eru stórar eftir skjálvtan í gjár. Tine B. Larsen, granskari á danska jarðfrøðistovninum, GEUS, sigur við dr.dk at bygningarnir í økinum ikki eru so væl tryggjaðir móti jarðskjálvtum, og tí eru skaðarnir størri, enn teir vildu verið, um ein líknandi skjálvti var hendur í til dømis Japan, sigur hon.

Les eisini: Ógvusligur jarðskjálvti í Iran og Irak: Yvir 200 latið lív