Alina Luliana saman við Elsebeth og Birgiri Andreasen

Hjálpin til Rumenia ger mun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

03.01.2017 - 16:05

Mentan > Trúarlív

Á møtinum í Ebenezer mikukvøldið vitjar Alina Luliana, sum er leiðari fyri Reyða Krossi í økinum Hunoduara í Rumenia.

Alina hevur í mong ár virkað sum tulkur hjá føroyingum, sum hava ferðast í økinum við hjálpararbeiði.

Á møtinum fer hon at greiða frá vakra landinum Rumenia og hvussu hjálpiarbeiðið úr Føroyum ger ein stóraan mun fyri fólkið har.

Sum eitt úrslit av hjálpararbeiðinum, er eitt vælvirkandi barnaheim sett á stovn, umframt at ein skúli er byrjaður í økinum. Eisini eru samkomuhús bygd, sum eitt úrslit av hesum arbeiði.