Mynd: Sverri Egholm

Hjúnabandslógin aftur í trivnaðarnevndina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

16.03.2016 - 19:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tingfundurin varð tikin upp aftur fyri lítlari løtu síðani, og atkvøtt varð, um hvørt uppskotið um broyting í hjúnabandslógini skuldi aftur í nevnd.

Við 26 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og fimm blankum, varð avgjørt at senda málið aftur í nevnd.

Tað vóru teir báðir javnaðarmenninir, Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, ið ikki vórðu sannførdir um avleiðingarnar av uppskotinum, ið fyrilá, og hildu tí, at uppskotið skuldi í trivnaðarnevndina aftur.

Uppskotið endar sostatt afturi í trivnaðarnevndini.