Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu (Mynd: Sverri Egholm)

- Hjúnabandslógin høvuðsmál til næsta val

Sverri Egholm

09.12.2017 - 19:34

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hjúnabandslógin verður eitt av høvuðsmálunum hjá Miðflokkinum til næsta val. Tað er niðurstøðan eftir landsfundin hjá flokkinum í gjár.

- Hjúnabandslógin er ikki eitt kapittul sum er farin. Eg helt, at fólk vóru blivin so troytt, at nú vildu tey hava frið fyri hasum málinum. Men tað var slett ikki hugsanin, segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við útvarpið í kvøld.

Kemur flokkurin í samráðingar um nýggja samgongu, verður tað eitt av høvuðsmálunum.

- Hugsanin var, at har má broyting koma í, og um man kemur í samráðingar at gera nýtt landsstýrið skuldi tað vera eitt høvuðsmál, at tikið upp aftur og fáa hjúnabandslógina broytta, sigur Jenis av Rana við Kringvarpið.

Eisini var tað eitt lætnað bakland á landsfundinum, tí einki spurdist burturúr samgongusamráðingunum millum Miðflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Sum skilst var tað serliga Framsókn og Miðflokkurin, sum eru so langt frá hvørjum ørðum, at tað ikki lat seg gera.

Sí eisini: Video: Jenis hóttir við at broyta hjúnabandslógina