Mynd frá í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hjúnabandslógin samtykt við 2. viðgerð

Sverri Egholm

20.05.2017 - 01:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið samtykti fyri løtu síðan aðru viðgerð av broytingina í hjúnabandslógini. Uppskotið varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Magni Laksafoss og Edmund Joensen, tingmenn fyri sambandsflokkin, tóku undir við uppskotinum hjá samgonguni.

Andstøðan royndi kortini at gera sína ávirkan galdandi. Uppskotið um at beina málið aftur í nevnd fall við 16 atkøvðum fyri og 17 ímóti. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin løgdu somuleiðis broytingaruppskot fyri løgtingið, har mælt varð til at koyra spurningin um broytingina í hjúnabandslógini til fólkaatkvøðu. Uppskotið fall við 13 atkvøðum fyri og 20 ímóti.

Sambært álitinum frá meirilutanum í mentanarnevndini hevur uppskotið við sær, at: "samkynd kunnu giftast borgarliga. Meirilutin metir, at broytta orðingin í § 14, stk. 2 tryggjar, at kirkjan framhaldandi sjálv kann taka avgerðir viðvíkjandi málinum at signa borgarliga gift. Ásetingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni."

3. viðgerð av broytingini í hjúnabandslógini verður seinni í tingsetuni.