Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Hjúnabandslógin til viðgerðar aftur týsdagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

21.04.2016 - 18:15

Tíðindi >

Nú er greitt, at málið um hjúnabandslógina kemur fyri tingið týsdagin 26. apríl.

Tað var 16. mars, at tingið atkvøddi, at málið skuldi fara aftur í nevnd. Tað vóru Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, sum ikki vóru sannførdir um avleiðingarnar av uppskotinum, sum fyrilá, men við 26 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og fimm blankum varð avgjørt, at senda málið aftur í nevnd.

Trivnaðarnevndin kom í gjár við nýggjum álitið, har niðurstøðan var nakað tann sama sum áðrenn.

Tingfundurin týsdagin byrjar klokkan 11 og viðgerðin av málinum um hjúnabandslógina er nummar trý á skránni.

Les eisini: Trivnaðarnevndin kom til somu niðurstøðu um hjúnabandslógina