39 ára gamli franski málmaðurin, Thierry Omeyer (Mynd: EPA)

HM í manshondbólti byrjar í kvøld

Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 18:52

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Heimsmeistarakappingin í hondbólti fyri menn byrjar í kvøld. Kappingin verður hildin í Fraklandi, og fyrsti dysturin verður millum vertirnar, Frakland, og Brasilia.

Frakland er stórfavorittur til at vinna – ikki bara byrjanardystin, men eisini kappingina. Frakland hevur vunnið gull í trimum av teimum seinastu fýra HM-kappingunum.

Á franska liðnum eru fleiri stórar og gávuríkar stjørnur, sum nú eru komin í ein aldur, har teirra leiklutur í topphondbólti er við at vera komin til seinastu ørindini.

Ein teirra er 32 ára gamli Nikola Karabatic, sum hevur spælt 259 landsdystir fyri Frakland og skorað yvir 1.000 mál. Hann spældi sín fyrsta landsdyst í 2002 og hevur síðan vunnið átta gullheiðursmerki í HM, EM og OL-kappingum.

Nikola Karabatic er tó langt frá elsti maður á franska liðnum. Málmaðurin, Thierry Omeyer er 39 ár, og Daniel Narcisse er 36.

Brasilskur hondbóltur hevur havt góð úrslit hjá kvinnunum, men harrarnir hava enn ikki gjørt tær stóru skreytirnar. Besta HM-úrslitið hjá Brasil er 13. plássið í 2013 og so OL í heyst, tá teir komu fram til fjórðingsfinalurnar.

Dysturin millum Frakland og Brasil byrjar klokkan 20.