HM-undanspæl í hondbólti: Føroyar í bólki 3

Steinar Patursson

18.07.2017 - 15:56

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyar eru komnar í bólk saman við Ukraina, Rumenia og Italia til HM undankappingina í harrahondbólti í 2019.

Lutakastið varð hildið í Wien fyri lítlari løtu síðani, og varpað varð beinleiðis út, tá ymsu bólkarnir vórðu settir.

Frakland er longu komið við í endaspælið sum verjandi meistari, umframt at Danmark og Týskland eisini eru í endaspælinum sum vertstjóðir.

Vinnaralandið í EHF Euro í Kroatia næsta ár fær eisini beinleiðis pláss til endaspælið.