HM í ironman: Guðmundur gjørdist nr. 18



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktiónin

08.09.2013 - 19:01

Ítróttur > Ítróttur - Triathlon

Guðmundur Joensen úr Hoyvík er júst lopin á bláman yvir í Las Vegas, har hann er við heimsmeistarakappingini í ironman.


Hann skal svimja 1,9 km, súkkla 90 km og renna 21,1 km. Tað tekur umleið 25 minuttir at svimja, 2,5 tímar at súkkla og 1,5 tímar at renna.

Í løtuni regnar í Las Vegas og tað skuldi verið ein fyrimunur hjá Guðmundi, sum annars ætlar sær at vera millum tríggjar teir bestu í sínum aldursflokki, sum er millum 30 og 34 ár. Guðmundur fyllir 30 í dag.

Teir eru nú lidnir at svimja og Guðmundur kom upp úr vatninum sum nr. 13 við tíðini 27.39. Nr. 1 hevði tíðina 25.18.

Nú hava teir súkkla 2/3 av teininum og støðan er ikki nógv broytt. Guðmundur hevur kanska otað seg eini tvey pláss longur fram, men tað sær út sum hann eisini nærkast teimum sum liggja enn longri frammi. Tí á teimum seinastu 30 kilometrunum hevur hann 7. bestu miðalferð.

Nú teir eru lidnir at súkkla, var Guðmundur nr. 18, men nógior vóru ógvuliga javnar. Nógvir høvdu verið í gongd í umleið tríggjar tímar. Onkur beint niðanfyri og onkur beint omanfyri. Tíðin hjá Guðmundi var 3.02.13.

Nú renna teir eitt hálvt marathon, og tað sær út sum Guðmundur hevur hug at ota seg longur fram. Í løtuni er hann umleið nr. 10.

Nú er liðugt í Las Vegas og Guðmundur gjørdist nr. 18 av umleið180 í sínum bólki, sum var menn 30 - 34. Samlaða tíðin hjá Guðmundi var 4.32.24, og var tað 17 minuttir aftanfyri nr. 1 og 5 minuttir frá einum 10. plássið. Av monnum úr Europa gjørdist Guðmundur nr. 8.

Øll úrslitini kunnu síggjast her:
http://www.ironman.com/triathlon/coverage/athlete-tracker.aspx?race=worldchampionship70.3&y=2013#axzz2eJ71akU2