Carlsen telvaði javnt móti russaranum Peter Svidler í gjár (Mynd: vg.no)

HM í kviktalvi verður avgjørt í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

28.12.2017 - 06:58

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Russarin Vladimir Fedoseev liggur einsamallur á odda, nú kappingin um heimsmeistaraskapin í kviktalvi skal avgerast í Ryadh í Saudiarabia í dag.

Fedoseev er einasti telvarin, sum hevur 8 stig fyri tey 10 talvini, sum higartil eru telvað. Í dag verða tey seinastu fimm talvini telvað áðrenn heimsmeistarin kann kjósast.

Tríggir telvarar hava 7,5 stig. Teir eru indarin Viswanthan Anand, rusarin Peter Svidler og kinverjin Hao Wang. Síðan koma seks telvarar við 7 stigum, teirra millum norðmaðurin Magnus Carlsen, sum eisini á øðrum degi fekk 3,5 stig við at vinna trý, telva eitt javnt og tapa eitt talv.

Tað var indarin Anand, sum vann á Carlsen í gjár, tá Carlsen gjørdi eitt mistak, sum Anand dugdi at gagnnýta. Móti russaaranum Jan Nepomniachtchi gjørdi norðmaðurin eisini eitt mistak, men hesin megnaði ikki at brúka tað til egnan vinning áðrenn hann kom í tíðarneyð.

Magnus Carlsen skal í fyrsta talvinum í dag telva móti Levan Pantsulaia úr Georgia, sum liggur javnur við magnus við 7 stigum fyri 10 talv.

Hin norðmaðurin, Johan-Sebastian Christiansen fekk trý stig í gjár fyri tveir sigrar og tvey jøvn talv. Hann hevur nú 5 stig og liggur sum nummar 82 í kappingini.