Ísland verða við í lutakastinum fyri fyrstu ferð (Mynd: AFP)

HM lutakastið er í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

01.12.2017 - 12:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Heimsmeistarakappingin í fótbólti fyri landslið verður í Russlandi í 2018. Í dag verður lutakast um hvørji lið skulu spæla ímóti hvørjum øðrum.

32 landslið eru við í lutakastinum. 31 teirra hava síðani áleið seinastu 18 mánaðirnar dystast um at vinna sær atgongumerki til endaspælið. Russland eru við sum vertstjóð.

Einasta vit vita við vissu er, at Russland, sum vertstjóð, verður fyrsta liðið í bólki A, og at lið úr sama heimspartið, undantikið Evropa, ikki spæla í sama bólki. 6 út av 8 bólkum koma at hava tvey evropeisk lið.

Lutakastið verður kl. 15:00.