Lagið á Aguero, Di Maria, Lavezzi, Messi og Mascherano tykist vera gott undan spennandi dystinum í kvøld (Mynd: EPA)

HM plássið hjá Argentina er í vanda

Niels Petersen

23.03.2017 - 19:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tíggju tey bestu av Suðuramerikansku fótbóltstjóðunum skulu í kvøld spæla 13. umfar av HM undankappingini, og tað verður borðreitt við nøkrum spennandi dystum. Serliga er tað dysturin hjá Argentina móti Kili, sum fær mest fokus, tí Argentina liggur á fimta plássi, sum bert gevur kvalifisering til HM, og Kolumbia er bert eitt stig aftanfyri, og bíðar eftir at leypa framvið teimum.

Øll tíggju liðini spæla í kvøld, og sostatt verða fimm dystir leiktir. Teir eru:

Kolumbia - Bolivia
Paraguay - Ekvador
Uruguay - Brasil
Argentina - Kili
Venesuela - Peru

Stigatalvan undan 13. umfari er henda:

1. Brasil       12 dystir 27 stig
2. Uruguay   12 dystir 23 stig
3. Ekvador    12 dystir 20 stig
4. Kili            12 dystir 20 stig
5. Argentina  12 dystir 19 stig
6. Kolumbia   12 dystir 18 stig
7. Paraguay    12 dystir 15 stig
8. Peru           12 dystir 14 stig
9. Bolivia        12 dystir 07 stig
10. Venesuela 12 dystir 05 stig

Sum stigatalvan vísir, so er tætt millum nummar eitt og tvey, og tí verður eisini lagt upp til ein sera spennandi dyst millum Uruguay og Brasil í kvøld.