Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Eydbii myndir/KÍ)

HM upptakt: - Eg fari at hyggja saman við synunum

Ari av Rana

13.06.2018 - 17:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin hitar upp til HM í fótbólti, sum byrjar í morgin, við at seta venjarum í Betri-deildini hjámonnum 7 spurningar um hvat hesir vænta og vóna av kappingini.

Mikkjal Thomassen, venjari í KÍ, gleðir seg ómetaliga nógv til kappingina.

Hvørjum landsliðið stuðlar tú til HM?

- Eg havi einki lið, sum eg altíð stuðli. Sjálvandi haldi eg eitt sindur við Danmark og Ísland. Men eg vænti at tað verður Týskland. Mær dámar væl at fylgja við venjarum og tí eitt land gevur á tí kinum, og har haldi eg at týskarar eru spennandi í løtuni.

Hvør vinnur HM?

- Eg helli til at Týskland ella Brasil. Fari at siga Týskland.

Hvør verður besti leikari?

- Vanliga eru tað antin áleyparin ella playmakearin á einum av bestu liðunum, sum eru serliga eyðsýndir. Í ár vænti eg at tað verður playmakearin og har eru David Silva úr Spania og Kevin De Bruyne úr Belgia serliga góðir. Eg vænti tó ikki at Beliga fer at standa seg nóg væl, so tað verður David Silva.

Hvør verður toppskjútti?

- Messi verður toppskjútti.

Hvat lið tekur øll á bóli?

- Eg vænti at tað verður Danmark.

Hvat lið verður størsta vónbrotið?

- Ongland fer at klára seg illa eina kapping afturat. Men um fýra ár verður tað. Ongland eru framúr góðir í ungdómsdeildunum, og tað fer at síggjast aftur til næsta HM.

Hvussu fer HM at ávirka tín gerandisdag?

- Eg gleði meg so ómetaliga nógv og fari at royna at síggja so nógv sum ber til, hóast arbeiðið fer við nógvari tíð. Eg ætli mær at hyggja saman við dreingjunum. Vit skulu helst halda við hvør sínum liðið, so at vit fáa eitt sindur av kapping í og kunnu arga eitt sindur.