Kvinnurnar eru her í dysti móti Danmark, sum við neyð og deyð vann 3-2 á okkara (Mynd: Flogbóltssambandið)

HM/EM kapping í Tórshavn: Dystirnir eru ásettir

Tíðindaskriv

11.05.2016 - 13:49

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur
Nú er ásett hvussu føroyska HM/EM landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal spæla sinar dystir í kappingini, sum verður í Tórshavn 23. - 25. mai í Høllini á Hálsi.

Føroyar leikar sín fyrsta dyst ímóti Írlandi klokkan 20:00 mánadagin 23. mai, og næsti dystur verður ímóti Liktinsten týsdagin 24. mai eisini klokkan 20:00.

Mett verður, at hesir báðir fyrstu dystirnir eru teir, sum føroyska liðið skal vinna, um møguleiki skal vera at koma víðari til annað umfar í EM-kappingini, tí tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna sær rættindi til hetta.

Um komast skal víðari í HM kappingini so er eisini neyðugt, at liðið vinnur dystin mikukvøldið 25. mai ímóti Kýpros, tí í HM-kappingini er tað bert vinnandi liðið, sum kemur víðari. Kýpros hevur annars vunnið kappingina fyri smátjóðir tey nógvu seinastu árini. Føroyska kvinnulandsliðið spældi ímóti Kýpros í mai í 2015, og tá gjørdist úrslitið 3-2 til Kýpros.

Til ber at ogna sær atgongumerki sum er galdandi fyri allar dagarnar, og harumframt verður eisini møguligt at keypa dagatgongumerki.

Hinir dystirnir í kappingini verða:

23. mai kl. 17:00: Liktinstein - Kýpros
24. mai kl. 17:00: Kýpros - Írland
25. mai kl. 16:00: Írland - Liktinstein.