Eyð G. Magnussen, Anna Sára L. Skaalum, Súsanna Ludvig og Anja S.Danielsen. HM/EM landsliði: Seinasta venjingin Kollafirði í dag (Mynd: FBF)

HM/EM landsliði: Seinasta venjingin Kollafirði í dag

Tíðindaskriv

21.05.2016 - 09:54

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur
Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag klokkan 12:15 sína seinastu venjing í Kollafirði, sum hevur verið fastur venjingarstaður hjá liðnum í fyrireikingunum til HM/EM kappingina.

Liðið er nú fullmannað, eftir at seinastu leikararnir komu til landið í gjár.

Tað er serliga móttøkuvenjing og servitrýst, sum liðið venur í løtuni, upplýsa venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen.

Í morgin flytir liðið á Hotel Føroyar, eins og Kýpros, Liktinstein og Írland, sum koma við Atlantic Airways í morgin.

Á myndini eru teir fýra leikararnir, sum eru úr Fleyr:

Anja Sonnadóttir Danielsen - Hædd: 181 cm - Aldur: 23 - Pláss: Áloypari - Landsdystir 34.

Súsanna Ludvig- Hædd: 183 cm - Aldur: 19 - Pláss: Miðblokkur - Landsdystir 0.

Anna Sára Leifsdóttir Skaalum
- Hædd: 172 cm - Aldur: 24 - Pláss: Áloypari - Landsdystir 0.

Eyð Guðrunsdóttir Magnussen
- Hædd: 175 cm - Aldur: 24 - Pláss: Libero - Landsdystir 11.

Sum tað framgongur hava Anna Sára Leifsdóttir Skaalum og Súsanna Ludvík sínu fyrstu A-landsdystir fyri framman, meðan Anja Sonnadóttir Danilesen skal spæla sín landsdyst nr. 35 mánadagin ímóti Írlandi klokkan 20:00 í Høllini á Hálsi. Eyð Guðrunsdóttir Magnussen hevur fyrr leikt í Fleyr, men spælir í løtuni í donsku landskappingini, og tryggjaðu tær sær í ár uppflyting til bestu deildina. Hon skal spæla sín landsdyst nr. 12 mánadagin.