(Mynd: Sunnmøreposten)

HM-gull: Ulsteinsvik gekk amokk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 09:00

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Stóru tíðindini í norskum miðlum í dag er hendingin á olymiska leikvøllinum í London í gjárkvøldið, tá 21 ára gamli rennarin Karsten Warholm vann HM-gull í 400 metra rimarenning.

Karsten er eitt ævintýr innan renniítróttina á sama hátt sum Pál Joensen er/var fyri svimjiítróttina. Hann kemur frá lutfalsliga lítla norska fiskivinnubýnum Ulsteinsvik, sum ikki er nógv størri enn Klaksvík. Eins og Pál, er Karsten prógv um, at við ávísum viðføddum gávum, er møguligt at koma á hægstu tindar, bert viljin og árræðið er til staðar.

Fyri norðmenn var tað helst ikki so óvæntað, sum tað var fyri flest onnur, at 21 ára gamli norðmaðurin endaði ovast á sigurspallinum.

Karsten Warholm hevur leingi verið stórt talent innan frælsan ítrótt. Í 2013 vann hann U23 heimsmeistaraheitið í áttadysti. Sum senior hevur hann dystast í tíggjudysti, men miðsavnar seg nú um sína sterkastu grein, 400 metra rimarenning.

Í gjárkvøldið gjørdist hann so heimsmeistari. Og tað hátíðarhildu tey heima í felagi hansara, Dimna IL. Tey savnaðust øll í mentanarhúsinum í býnum, og á hesi leinkjuni á Sunnmøreposten, er møguleiki at síggja hvussu tey reageraðu meðan liðfelagin rann.

Herundir sæst sjálv renningin