Eyðun Klakstein (Mynd: Sverri Egholm)

HM-upptakt: - Eg haldi við teimum sum spæla góðan fótbólt

Ari av Rana

13.06.2018 - 22:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin hitar upp til HM í fótbólti, sum byrjar í morgin, við at seta venjarum í Betri-deildini hjámonnum 7 spurningar um hvat hesir vænta og vóna av kappingini.

Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála, væntar ikki nakað lið fer at taka nakran stórvegis á bóli hesaferð.

Hvørjum landsliðið stuðlar tú til HM?

- Eg haldi ikki við nøkrum ávísum. Mær dámar væl tey, sum spæla góðan fótbólt og vóni, at okkurt av teimum vinnur. Tað eru nokk lið sum Brasilia, Frakland og Týskland.

Hvør vinnur HM?

- Eg vænti at tað verður Brasilia ella Týskland. Eg giti Brasilia.

Hvør verður besti leikari?

- Messi er tann besti av øllum, men Argentina klárar seg ikki altíð so væl. Men hopi at hann vísir seg sum heimsins besta.

Hvør verður toppskjútti?

- Tað verður helst onkur frá einum liði, sum kemur langt. Eg sigi Messi.

Hvat lið tekur øll á bóli?

- Ísland fer at fáa okkurt óvæntað úrslit.

Hvat lið verður størsta vónbrotið?

- Eg meti tað verða ein vanda fyri, at Argentina klárar seg illa. Nú síggja vit so eisini rumbul viðvíkjandi venjarastarvinum hjá Spania. Og eg havi ongar vónir til Onglandi

Hvussu fer HM at ávirka tín gerandisdag?

- Eg havi hug at síggja allar dystirnar, men hesir kunnu ikki órógva venjingarnar hjá Skála ella annað eg havi at gera. Tað kemur so ikki upp á tal at nøkur venjing verður útsett ella avlýst.



beint nú