Heðin Askham (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HM-upptakt: - Messi skal vísa seg sum heimsins besta

Ari av Rana

13.06.2018 - 18:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin hitar upp til HM í fótbólti, sum byrjar í morgin, við at seta venjarum í Betri-deildini hjámonnum 7 spurningar um hvat hesir vænta og vóna av kappingini.

Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, heldur, at Messi nú skal vísa seg sum heimsins besta leikara.

Hvørjum landsliðið stuðlar tú til HM?

- Eg haldi at man hevur tað við at stuðla norðurlondunum, so fyrst og fremst Ísland, og síðani Danmark. Men eg haldi eisini at vit føroyingar hava tað við at stuðla Onglandi, hóast tað ikki altíð gongur so gott hjá teimum.

Hvør vinnur HM?

- Eg haldi at Spania er eitt gott boð uppá ein heimsmeistara

Hvør verður besti leikari?

- Um Messi ætlar sær at verða sæddur sum heimsins besti leikari, so má hann gerast besti leikari til HM. Men tað krevur nokk at Argentina vinnur kappingina.

Hvør verður toppskjútti?

- Eg trúgvi at Messi verður toppskjútti.

Hvat lið tekur øll á bóli?

- Ongland fer at taka øll á bóli í ár. Teir kunnu enda í hálvfinaluni og møguliga eisini í finaluni.

Hvat lið verður størsta vónbrotið?

- Eg vænti at tað fer at ganga verri hjá Portugal enn væntað.

Hvussu fer HM at ávirka tín gerandisdag?

- Tað verður ein øgilig rúgva av fótbólt. Alt húskið er býtt í fótbólti, so vit koma avgjørt at brúka nógva tíð saman frammanfyri sjónvarpinum.