(Mynd:EPA)

Hobbin mátti víkja fyri Fifty Shades of Grey

Elin Dam Egholm

22.01.2015 - 23:53

Mentan > Danmark

Eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til erotiska filmin ”Fifty Shades of Grey”, er heilt stórur í Danmark. So stórur, at sjálvt tann síðsti filmurin í røðini um ”Hobban”, ikki megnaði at selja eins nógv atgongumerki, tann fyrsta dagin ið atgongumerkini kundu bíleggjast.

Tá forsølan til erotiska filmin byrjaði týsdagin, var so nógv ferðsla á heimasíðuni kino.dk, at heimasíðan gekk fyri í heilar 20 minuttir. Hetta hevði eisini við sær, at summi máttu bíða í upp til ein tíma, áðrenn til bar at ogna sær eitt atgongumerkið. Tað skrivar Tv2.

Í alt seldi Fifty Shades of Grey 39.370 atgongumerkir, í mun til Hobban, sum ”einans” seldi 38.648 atgongumerkir.

- Hann slær akkurát Hobban, og vit eru ovfarin. Tað høvdu vit ikki rokna við, sigur Søren Søndergaard, høvuðsritstjóri á kino.dk.

Tá man bara hyggur at forsøluni, so er hetta tann best seljandi filmurin seinastu 2-3 árini, leggur hann aftrat.

Men Søren Søndergaard vantar tó ikki, at filmurin fer at selja meiri atgongumerki tilsamans, enn selt var, undir øllum sýningum av Hobbanum.

Fifty Shades of Grey hevur frumsýning í Havnar Bio 12. februar.