Mynd: Eilif Jógvansson

Høgaberg ger ymiskt viðlíkahaldsarbeiði á Skála



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.07.2017 - 16:33

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Høgaberg úr Fuglafirði, liggur í løtuni á Skála, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði skal gerast við skipið.

Høgaberg hevur seinastu tíðina fiskað svartkjaft, og tá ið kvotan varð uppi fóru teir til skipasmiðjuna á Skála.

Upplýst verður, at Høgaberg skal á makrelveiðu í august ella september, og tí hava teir góða tíð nú teir gera ymiskt arbeiðið við skipið.

Manning og reiðarí eru sera væl nøgd við Høgaberg. Upplýst verður, at Høgaberg hevur sera góða køliskipan, og hetta ger, at prísurin eisini verður hægri á fiskinum, sum teir landa.