Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Høgaberg skal landa svartkjaft til Havsbrún



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

14.04.2018 - 19:41

> Tíðindi > Føroyar

Nótaskipið Høgaberg úr Fuglafirði, sleppur framat í kvøld.

Høgaberg, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, skal landa umleið 2000 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður, og at svartkjafturin verður framleiddur til fóður hjá Havsbrún.

Uppsjóvarskipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri.

Umframt føroysk skip, eru eisini íslendsk og russisk skip á svartkjaftafeltinum.