Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Høgaberg sleppur framat at landa 1300 tons til Pelagos



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.01.2018 - 09:03

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir skulu landa. Tá ið teir komu á Fuglafjørð, máttu teir leggja seg at bíða til teir áttu tørn, av tí at fleiri skip longu vóru í bíðirøð.

Høgaberg hevur fiskað makrel vestan fyri Hetland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1300 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í dag, og upplýst verður, at talan er um góða stødd, sum skipini fáa - umleið 400 gramm.

Annars verður sagt frá bæði svartkjaftafeltinum og makrelfeltinum, at fiskiskapurin í løtuni er smáligur.