Høgni gjørdi ársins mál 2017

Sverri Egholm

31.12.2017 - 16:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Atkvøðugreiðslan í samband við ársins mál 2017 í Effo-deildini er enda, og nú talt er saman er greitt, at Høgni Eysturoy úr B36 gjørdi besta málið farna kappingarár.

- Hetta er sjálvandi ein heiður, sum eg eri ógvuliga glaður fyri. Um eg kann brúka tað til so nógv, veit eg ikki, men hetta kann so eingin taka frá mær, og tá eg einaferð gevist at spæla, kann eg eisini reypa um, at í 2017 skoraði eg ársins mál, sigur Høgni Eysturoy við heimasíðuna hjá FSF.

Seinastu vikuna hava fótbóltsfjepparar kunna atkvøtt um, hvat mál var tað besta í 2017, skorað í Effo-deildini. Umleið 9.000 atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat komu atkvøðurnar hjá teimum trimum serfrøðingunum á heimasíðuni hjá FSF, Jákupi Ósá, Tróndi Arge og Leivi Frederiksen.

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum telja hini 50 prosentini.

Samanteljingin hevur nú verið, og greitt er, at Høgni Eysturoy úr B36 gjørdi ársins mál 2017 í føroyskum fótbólti. Fyri heiðurin fær Høgni, sum saman við familjuni heldur nýggjár í Manchester í Onglandi, ein plátu við áskriftini ”Ársins mál 2017 í Effo-deildini”, og eitt gávukort á 1.000 krónur frá Effo.

Úrslitið
Høgni Eysturoy - 8,5 stig
Jóhannes Hansen - 7 stig
Jón Krosslá Poulsen - 6,5 stig
Dánjal á Lakjuni - 6 stig
Sølvi Vatnhamar - 2 stig