Høgni Hoydal: Føroyar eru bretskt trygdarøki

Jógvan Hugo Gardar

17.04.2015 - 09:31

Tíðindi >

- Danmark verjir ikki Føroyar, tí Føroyar eru bretskt trygdarøki, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann vísir í hesum sambandinum til hvussu verjusamgongan NATO og grannin fyri sunnan hugsa verjupolitiskt.

- Vit hava mangan hoyrt – og hoyra tað aftur frá Helga Abrahamsen og sambandsflokkinum nú – at Danmark skal eitast at verja Føroyar. Og hvussu skulu vit gjalda fyri verju sum sjálvstøðug tjóð. Her er talan um eina sera naiva og skeiva mynd av veruleikanum, sigur Høgni Hoydal.

- Danmark verjir ikki og hevur ongantíð vart Føroyar. Føroyar eru innan fyri trygdargeiran hjá Stórabretlandi. Og eins og vit sóu undir seinna heimsbardaga, so standa bretar í Føroyum umgangandi, um onkur hernaðarlig hóttan kemur í Føroyum og í føroyskum øki. Ikki fyri okkara sakir, men tí at tað er týdningarmikil liður í verjuni av Stórabretlandi, sigur hann, og vísir á at fullveldissamgongan fekk hetta váttað.

- Spurningurin um føroyskan NATO-limaskap ella tos um, at Føroyar skulu hava hermegi, er tí eisini meiningsleyst. Eins og við Íslandi, so hava stórveldini og okkara grannalond so sterk hernaðarlig áhugamál í Norðuratlantshavi, at tey vilja gera alt til tess at verja tey. Og tey hava allan áhuga at gera avtalur við Føroyar um, hvussu trygdarskipanin í Norðurhøvum verður skipað, og hvussu sivila tilbúgvingin kann samskipast, sigur hann og metir at hetta fer eisini geva føroyingum nýggjar møguleikar fyri samstarvi, førleikamenning, tænastum og inntøkum.