Høgni Hoydal. Mynd: Jens Kr. Vang.

Høgni Hoydal: - Hvussu nógv hava skrásett seg í NemID?

Hallur av Rana

21.04.2015 - 08:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur


Fyri góðum fýra vikum síðani sendu formaðurin í Felagnum fyri føroyskar peningastovnar, Janus Petersen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, út eitt skriv, um at semja varð gjørd við peningastovnarnar um at sleppa kravið um NemID, og sostatt kundu vanligi føroyingurin framhaldandi, um hann ikki tók undir við NemID, rita inn á netbankan við gomlu skipanini.

Tá varð tað kallað ein stórsigur fyri fólkaræðið, at føroysku peningastovnarnir, eftir trýsti frá brúkarum og politisku skipanini, máttu sleppa ætlaðu umskipingini av netbankanum.

Løgtingsmaðurin og formaðurin fyri Tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevur tó í dag reist málið av nýggjum við einum §52a fyrispurningi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.
Orsøkin til tess, er at hann metir at samsvar ikki er millum fráboðanina frá peningastovnunum og tað, ið hevur verið víst í verki síðstu vikurnar.

Heilt ítøkiliga so spyr Høgni Hoydal nærri um avtaluna við føroysku peningastovnarnir, har hann millum annað ynskir greiði á hví føroysku peningastovnarnir hava vrakað MínBoks, og hví fólk enn verða beinleiðis biðin um at tekna seg til NemID.

Formaðurin í Tjóðveldi hevur sett sjey spurningar, ið eru fylgjandi:

- Hvat er ítøkiliga hent síðani fráboðaðu avtaluna við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir í Føroyum frameftir og talgilda undirskrift, og hvussu verður avtalan útint í verki?

- Hvat er avtalan viðvíkjandi NemID, ið fólk enn verða beinleiðis biðin at tekna seg til á netbankanum – og hvussu nógv hava skrásett seg í NemID ávikavist fyri og eftir fráboðanina?

- Hví velja peningastovnarnir nú at vraka ta føroysku skipanina Mínboks til talgilt samskifti við føroyskar brúkarar?

- Hvussu samsvarar hendan avgerðin við fráboðanina um, at “Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.”

-
Hvussu skapar avgerðin hjá peningastovnunum um framvegis at biðja fólk brúka NemID og at taka burtur møguleikan at brúka føroysku skipanina Mínboks “kappingarføri, vøkstur og framleidni” fyri føroyska samfelagið?

- Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri P/F Elektron og fyri møguleikarnar at menna føroyskar KT-loysnir til talgilt samskifti hjá føroyskum brúkarum frameftir?

- Hvat ger landsstýrið ítøkiliga til tess at tryggja, at føroyskar KT-skipanir kunnu mennast í Føroyum, og at gjørligt verður at taka tær skipanir heimaftur, sum eru fluttar av landinum?

- Hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina, ið nevnd verður í fráboðanini, har lýsast skulu viðurskifti í sambandi við møguliga heimtøku av KT-skipanunum - og hvør setur og velur fólk til kanningina?