Høgni Hoydal heldur røðu á flokstingi 2018 (Mynd: Tjóðveldi)

Høgni Hoydal: Larmurin hevur verið øgiligur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

07.04.2018 - 10:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

- Vit eru ikki komin á mál við øllum. Og larmurin hevur verið øgiligur. Og tað listarliga avrikið hevur ikki verið til nakað høgt tal á stigatalvuni. Eisini hevur samskiftið við kunning um málini og aftursvarum til alt, ið hevur verið sagt og spjaldrað og lisið omanyvir arbeiðið hjá samgonguni og landsstýrinum verið alt ov lítið.

Tað segði formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, í formansfrágreiðingini til flokstingið hjá flokkinum í Klaksvík fyrrapartin. 

- Vit vistu, at tað fór at verða ódnartak at fremja hesi mál - og serliga nýskipanirnar. Vit vistu, at tað fór at skapa mótstøðu at verða hart horn at telgja. Og tað hevur gingið sjón fyri søgn, segði formaðurin.

Skráin fyri landsfundin hjá Tjóðveldi bjóðar uppá eitt serligt ískoyti, tí kl.13:15 verður gestarøða frá íslendska forsætisráðharranum Katrín Jakobsdóttir, og eisini verður eitt innlegg frá forseta Altingsins, Steingrími J. Sigfússon.

Formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal kann lesast í fullum líki her.