Høgni Hoydal, formaður í Tjoðveldi.

Høgni Hoydal: Ongin orsøk at føroyingar skulu vera finnur í talvinum hjá øðrum

Jógvan Hugo Gardar

17.04.2015 - 07:21

Tíðindi >

Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at spara í sínum hernaðarútreiðslum mótvegis NATO. Bert í árunum frá 1976 til 1989, spardi Danmark til samans 53 millardir krónur, vísir Høgni Hoydal, formaður í Tjoðveldi, á, í samband við at Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vísti á hvussu dýrur ein NATO-limaskapur vildi gerast fyri Føroyar.

- Tað er kanska ikki so løgið, at Sambandsflokkurin aftur roynir at villleiða fólk, og støðugt roynir at finna uppá ræðumyndir , um okkara stóru møguleikar sum sjálvstøðug tjóð. Hetta hava tey gjørt í meira enn 100 ár, sigur Hoydal.

LES EISINI: Føroyskur NATO-limaskapur kostar kanska 1 millión - ikki 480 milliónir krónur

- Helgi Abrahamsen hevur sagt á tingi og í almenninginum, at tá ið Føroyar gerast sjálvstøðugar, so skulu vit gjalda hálva milliard krónur um árið til NATO. Tá ið so Portalurin kannar málið og avdúkar, at hetta er heilaspuni, so skjýtur Abrahamsen seg undir at hava brúkt tøl frá fullveldislandsstýrinum.Rætt er tað, at fullveldislandsstýrið kannaði øll mál væl og virðiliga, og legði tøl og veruleikar opið fram. Eisini um hernaðarmál og NATO. Men tey prógvaðu nakað heilt annað enn tað, ið Sambandsflokkurin roynir at billa okkum inn, sigur Høgni Hoydal.

- Danmark brúkt Føroyar sum eina finnu í stórpolitiskum talvi og gjørdi Føroyar til bumbumál. Eitt einmælt løgting samtykti fleiri ferðir, at Føroyar skuldu ikki vera lutur í hernaðarsamgongum, og at bert Føroya fólk kundi taka avgerð um okkara hermálsligu støðu. Tað floytaði Danmark á. Danmark gekk beint ímóti samdum Løgtingi og setti NATO-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, sigur hann og leggur afturat at Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland sum ein Norðuratlants-trumf mótvegis NATO fyri at spara egnar hernaðarútreiðslur.

Helgi Abrahamsen vísti í samrøðu við Portalin í gjár á at fullveldissamgongan hevði víst á at kostnaðurin fyri NATO-limaskap var umleið trý prosent. Her vísur Høgni Hoydal á at talið trý prosent er rætt, men tað er tikið úr samanhanginum.

LES EISINI: Helgi Abrahamsen: Eg brúkti NATO-tøl hjá fullveldissamgonguni

- Danmark spardi 53 milliardir uppá einans 14 ár. Hvørt limaland í NATO við egnum heri skal gjalda ein ávísan prosentpart av síni bruttotjóðarúrtøku til hernaðarútreiðslur. Útrokningar hjá embætisfólkum í landsstýrinum vísa, at Danmark undir Kalda Krígnum skuldi havt goldið áleið tað sama, sum sambærilig lond í stødd og strategiskum týdningi: Holland, Belgia og Noreg. Lágt sett, skuldi Danmark í minsta lagi havt goldið í miðal trý prosent av BTÚ árliga. Millum annað hevur Noreg goldið væl meira enn hetta. Men Danmark hevur goldið væl minni. Taka vit bert árini frá 1976 til 1989, har greið hagtøl finnast, so hevur Danmark goldið í miðal beint omanfyri tvey prosent, sigur hann.