Høgni Hoydal setir Løgmanni fyrispurningar um landsstýrismannin í vinnumálum

Høgni Midjord

06.11.2014 - 03:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Spurningar til løgmann frá Høgna Hoydal til tingfundin í morgin víkjandi hvussu eftirlitsskylda løgmans er útint mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013.


1. Hvussu hevur løgmaður útint sína eftirlitsskyldu mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013, sum løgmanni er álagt í Stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3: "Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt."?

2. Hvørji stig tók løgmaður, tá ið serliga frágreiðingin hjá Løgtingsgrannskoðarunum varð latin úr hondum 1. mai 2014, ið hevði hvassligar átalur av landsstýrismanninum?

3. Hvørji stig tók løgmaður, tá ið kæra varð send Landsstýrismálanevndini um sama mál?

4. Hvørji upprit, kanningar ella frágreiðingar hevur løgmaður biðið síni embætisfólk og løgfrøðisligu ráðgevar um í hesum máli til tess at røkja eftirlitsskyldu løgmans sambært - og hvørjar metingar og hvørji tilmæli komu tey til?

5. Heldur løgmaður, at hansara eftirlitsskylda sambært Stýrisskipanarlógini ikki skal útinnast sjálvstøðugt, um Løgtingið og tess eftirlitsstovnar kanna og viðgera eitt mál??