Mynd: Tjóðveldi á facebook.

Høgni Hoydal: - Tí er tað komandi løgtingsvalið veruliga eitt lagnuval

Hallur av Rana

11.04.2015 - 10:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

At tjóðveldisfólk ikki ynskja at sitandi samgonga sleppur at halda fram, man neyvan taka nakran á bóli. Tvørturímóti meta tey flestu í flokkinum, at tað er alneyðugt, at sitandi samgonga fer frá alt fyri eitt, og ikki sleppur aftur til valdið.

Formaðurin í Tjóðveldinum segði seg tó ikki ynskja, at nýta orku at viðgera sitandi samgongu, men legði heldur orku í at undirstrika týdningin av komandi løgtingsvali, har veljarin fær møguleikan at skifta kós. Torført er tó at sannføra fólk um at leggja eina nýggja kós, uttan at finnast at verandi kós, og harvið at viðgera sitandi samgongu.

- Vit eru í eini støðu, har meirilutin á Løgtingi í 10 ár hevur parkerað allar visjónir, hugsjónir og framtíðarmál fyri tjóðina.

- Vit eru í eini støðu, har vit seinastu árini hava havt eitt stýri, sum hevur ført víðgongdan sambandspolitikk, har vit verða bundin inn í danskar loysnir og pengar á flestu økjum.

- Vit hava havt eitt stýri, sum miðvíst tekur burtur ella hóttir teir tjóðarstovnar og ta tjóðarbygging, ið ættarlið hava bygt upp – sum Landsbanka, Kringvarp, og Løgtingsins umboðsmann. Og sum ikki bert rekur ein politikk, ið gongur beint ímóti tjóðveldishugsjónini, men eisini setur tær óskrivaðu og skrivaðu spælireglur burtur, ið skulu hava eftirlit við valdinum vegna fólkið: Landsstýrismannábyrgd, rættartrygd, frælsar fjølmiðlar og lóg og landaskil.

- Og vit hava eitt stýri, ið hevur rikið ein víðgongdan høgrapolitikk, har valdið og ríkidømið í alt størri mun savnast á alt færri hondum, meðan tað meiniga fólkið skal bera tær felags byrðarnar.

- Tí er tað komandi løgtingsvalið veruliga eitt lagnuval.

Høgni Hoydal brúkti eisini ein part av røðuni til at sannføra trúføstu stuðlarnar um, hvat Tjóðveldið hevur at bjóða í mun til sitandi samgongu.

- Tjóðveldi er alternativið til víðgongdan sambandspolitikk, til víðgongdan høgrapolitikk og til ta spillu, sum hevur vundið uppá seg í okkara grundleggjandi politisku skipan og stovnum.

- Tjóðveldi er trygdin fyri einum veruligum stjórnarskifti í Føroyum, har vit aftur fáa visjónirnar, hugsjónirnar og dreymarnar um, hvørjar Føroyar, ið vit ynskja, at standa fremstar.

Hóast formaðurin fanst at førda politikkinum seinastu tíggju árini, har Javnaðarflokkurin hevur sitið við valdið í seks av teimum, so metti hann, at eitt samstarv við sitandi andstøðu er besta alternativið til sitandi samgongu, tó við tí treyt, at flokkarnir finna eina semju um fullveldismálið.

- Vit siga samstundis greitt, at vit peika á, at verandi andstøðuflokkar eru tað greiða alternativið til sitandi stjórn og eiga at skipa nýggja stjórn eftir valið.

- Tað krevur sjálvsagt, at vit eisini gera semjur um, hvussu vit aftur seta kós í tjóðskapar- og fullveldismálinum. Og at teir munir, ið her eru millum hugsjónirnar og málini hjá flokkunum kunnu loysast á demokratiskum grundarlagi.

Til ber at lesa alla røðuna við at trýsta á her.