Høgni Hoydal. Mynd: Jens Kr. Vang.

Høgni Hoydal um NemID: Vit mugu ikki sovna politiskt

Hallur av Rana

26.03.2015 - 12:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tá Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Felagið Peningastovnar í gjár sendu út eina felags fráboðan um, at ætlaða kravið um NemID til netbankan var slept, var fagnaður stórur á sosialum miðlum. Politikarar, journalistar og borgarar fegnaðust um, at tað hevði eydnast at steðga ætlaði broytingini.

Umframt at sleppa kravinum um NemID, so var eisini avgjørt, at ein óheft kanning skuldi setast í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við at flyta KT-skipanirnar hjá bankunum aftur til Føroya.

Hóast fólk fegnaðust um avgerðina, so kann avtalan eisini metast at vera ein sigur fyri peningastovnarnar, ið nú tykjast hava megnað at steðga einum uppskoti hjá formanninum í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, um at tvinga peningastovnarnar við lóg, at flyta alt KT-virksemi aftur til Føroya.

Hetta er sættu ferð, at Tjóðveldi leggur fram líknandi lógaruppskot, men hesaferð tyktist, at undirtøkan var fyri at samtykkja lógina, vegna framferðarháttin hjá bankunum í NemID málinum, ið nógv tingfólk hildu vera ódámliga.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum, fegnast sum nógv onnur eisini um avgerðina, men ásannar, at nú er neyðugt at halda á og ikki sovna,

- Vit fegnast um at ætlanin við NemID varð steðga, og tað er fólkið og teirra mótstøða, ið skal fáa heiðurin fyri tað. Tað at NemID varð steðga, er eitt dømi um, at tað hjálpir at gera vart við seg. Vit mugu tó ikki sovna politiskt, men halda á við at arbeiða fyri hinum málinum.

Tað er málið um at fáa KT-virksemi hjá bankunum aftur til Føroya, ið Høgna Hoydal vísur á. Hóast brúkarar ikki nýtast at góðtaka NemID, so er talan tó enn um eina danska skipan, ið peningastovnarnir brúka. Peningastovnarnir fluttu nevniliga alt KT-virksemi av landinum fyri fleiri árum síðani, og sostatt broytir avgerðin í gjár ikki uppá høvuðstrupulleikan, ið Tjóðveldi hevur stríðst fyri síðstu árini, nevniliga at persónligir og viðkvæmir upplýsingar um føroyskar brúkarar ikki verða fluttir av landinum.

Høgni Hoydal ásannar eisini, at avgerðin í gjár kann brúkast til at útseta lógaruppskotið um at flyta KT-virksemi aftur til Føroya.

- Hóast vit eru fegin um at ætlanin við NemID er slept, so má tað ikki elva til, at vit sovna politiskt við størra málinum, ið er at flyta KT-virksemi aftur til Føroya. Hetta kann vera ein liður í, at teir útseta ella fella málið, men tað vóni eg ikki, tí undirtøkan fyri uppskotinum í tinginum var stór. Vit muga halda fast við, at tað verður samtykt, tí annars heldur gongdin, við at flyta grundleggjandi KT-skipanir av landinum, bara fram.