Høgni Klein Olsen og hansara liðfelagaðari eru til reiðar til torføru uppgávuna í frálíku umstøðunum í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Klein Olsen: Vit geva H71 ein skarpan gang

Agnar Frederiksen

16.02.2018 - 18:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kyndil hevur lið í bæði finaluni hjá kvinnum og monnum í morgin. Tað er harvið stórur spenningur í grøna havnafelagnum, ið hevur møguleikan at fáa ein heilt stóran dag.

Mansliðið hjá Kyndli er mest vinnandi liðið í steypakappingini. Kyndil hevur vunnið sær heiðurin 10 ferðir; seinast var í 2014. Vinstri vongurin hjá Kyndli, Høgni Klein Olsen, sigur at tað avgjørt er ein spenningur í hópinum undan serstaka dystinum:

- Fyrireikingarnar eru so at siga tær somu, sum tær eru til ein landskappingardyst. Sjálvt um umstøðurnar verða heilt øðrvísi, so er hetta ein dystur, ið vit fara inn fyri at vinna, eins og allir aðrir. Men tað slepst ikki undan, at rómurin í hópinum er góður, og tað skal tað eisini vera pláss fyri. Teir flestu í hópinum hava ikki roynt hetta áður, so hetta verður eitt upplivilsi fyri nógvar.

25-ára gamli landsliðsleikarin hevur verið sera støðugur fyri Kyndil seinastu árini. Høgni Klein Olsen er vanliga tryggur frá vonginum, og hann var við at vinna finaluna í 2014. Tað hevur verið sagt, at H71 er favorittur morgin. Soleiðis svarar Høgni uppá spurningin um, H71 hevur favorittleiklutin:

- Hvør verður mettur at vinna dystin frammanundan, er kanska torført at spáa um. Tó vita vit, at hetta er triðja árið upp í slag, at hoyvíkingar eru í steypafinaluni, umframt at teir eisini hava gingið undan í landskappingini tey seinastu árini. So uppgávan verður avgjørt torfør. Men vit vóna, at okkara góða gongd kann halda fram, og vit fara heilt vist at geva H71 ein skarpan gang leygardagin.

H71 er seks stig frammanfyri Kyndil í FTZ-deildini, og vann tveir teir fyrstu innanhýsis dystirnar millum liðini. Men fyrst í januar, í seinasta umfarinum ið er leikt í landskappingini, vann Kyndil 26-12 á hoyvíkingum í Høllini á Hálsi. Men sambært Høgna kunnu teir í Kyndli ikki brúka tann sigurin til nakað í morgin, og gongdin í landskappingini er ikki serliga relevant fyri finaluna:

- Stórsigurin seinast, er ikki nakað vit kunnu taka við í morgin. H71-liðið spældi allarhelst sín ringasta dyst í nýggjari tíð tann dagin, so tað verður ein heilt onnur uppgáva, enn tá vit møttu teimum seinast. Hvussu stigatalvan sær út í løtuni, er ikki nakað vit brúka tíð uppá. Vit høvdu tað trupult tá landskappingin byrjaði, men hava so smátt fóta okkum fyri hvørja viku, sum er liðin, og vóna sum sagt at halda fram við gongdini til finaluna.

Til seinast spurdi vit Høgna, hvat fyri slag av hondbóltsdysti er í væntu í Høllini á Hálsi, og hvør lykilin hjá Kyndli at basa hoyvíkingum er:

-Vónandi verður tað ein tøtt og spennandi finala fyri øll viðhaldsfólk og hondbóltsáhugaði í frálíku hondbóltsumstøðunum, sum Hondbóltssambandið eisini eigur stórt rós uppiborið fyri at hava skapt. Dysturin verður merktur av tveimum hørðum og kontantum verjum, har leikararnir á báðum liðum geva seg fult út. Vit ætlað okkum sum sagt heilt vist, at geva Hoyvíksingum alla ta mótstøðuna vit eiga í okkum, bæði á og uttan fyri vøllin. Lykilin verður at steðga stórskjýttunum Peter(Krogh.red) og Hilmar Leon(Jakobsen red.) í verjupartinum, og at loysa upp fyri stinnu H71-verjuni í álopspartinum.

Mansfinalan verður bríkslað í gongd kl.16.00 í morgin.