(Mynd: Fólkaheilsuráðið)

Høgni Kunoy Dávason ársins gerandishetja



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.10.2017 - 17:44

Tíðindi >

Á Fólkaheilsuráðstevnuni í dag, har millum 300-400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum, varð Gerandishetjan 2017 avdúkað.

Og tað gjørdist Høgni Kunoy Dávason, sum gjørdist ársins gerandishetja.

Faðir Høgna tók ímóti virðislønini, sum er eitt skreytblað saman við einum kekki uppá 5.000,- krónur. Høgni sjálvur er uttanlands í sambandi við kappingar.


Drongurin við svarta beltinum hevur fingið heiðurin: "Gerandishetjan". Hann hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul, sigur Fólkaheilsuráðið.

Uppskotstillarin hevur millum annað sagt soleiðis: “...sjúkan hjá Høgna hevur havt við sær, at vit onnur venja saman við honum, og fáa harvið bæði betra okkara likamliga og sálarliga heilsu. Tey hava lagt sál og orku í at venjingar eru (...) nærum árið runt.”

- Vit meta, at Høgni við sínari familju hevur, hóast likamligar avbjóðingar, megna at gjørt nakað munagott innan heilsufremjan fyri seg sjálvan og onnur, sigur Fólkaheilsuráðið.