Longu valkvøldið bjóðaði Jørgen Niclasen (myndin) Høgna Hoydal at skipa eina sjálvstýrissamgongu

- Høgni tordi ikki sjálvstýrissamgonguna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.09.2015 - 15:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Sjálvstýrisflokkarnir fingu 19 fólk vald inn á ting, um vit taka Miðflokkin við. Tí vildi eg hildið, at tað var eitt gylt høvi at fingið eina sjálvstýrissamgongu. Tað bjóðaðu vit Høgna Hoydal longu valkvøldið, men hann tordi ikki.

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins spælir dúgliga upp á sjálvstýrisstreingirnar eftir at úrslitið av løgtingsvalinum var greitt.

Tað er eisini orsøkin til, at hann peikaði á formannin hjá Tjóðveldi, tá Jørgen Niclasen í dag var inni hjá løgtingsformanninum.

- Vit vita væl, at hini peika á Aksel V. Johannessen, men Aksel hevur jú útilokað okkum, so er tað eingin meining, at Fólkaflokkurin peikar á hann, sigur Jørgen Niclasen.

Hann heldur lítið um formann Tjóðveldis, sum nú heldur velur at fara til vinstru enn at koma eitt stórt fet á sjálvstýrisleið.

- Sjálvstýrisflokkarnir hava meirilutan á tingi, og tað vildi verið natúrligt at roynt at vita um grundarlag er fyri eini sjálvstýrissamgongu. Teir smáu flokkarnir vóru til reiðar at peika á Høgna Hoydal, um hann sjálvur eisini gjørdi tað. Men Høgni Hoydal tordi ikki, tíverri, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen vildi ikki inn á, hvat hann hevur bjóða Høgna Hoydal afturfyri, men tað er neyvan nakar ivi um, at ein løgmanssessur hevur verið upp á tal, tí í eini sjálvstýrissamgongu hevði Tjóðveldi verið størsti flokkur.

Les eisini: Aksel fingið samráðingarrættin