Høgni: Vit vinna ikki 4-0

Hanus Samró

16.02.2015 - 16:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í samband við “Premier League sendingina” hava vit sett Høgna Berg nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum millum Preston og Manchester United í eingilsku steypakappingini.

- Nr. 3 í Premier League ímóti nr. 4 í League One. Tað Burdi verið ein “walk-over”. Spyr bara Chelsea og Man City fjeppararnar... Og taka vit seinastu 15 dystirnar, hava Man Utd fingið 35 stig (flest í Premier League), og bara tapt ein. Harafturat eru bara 11 mál farin inn, og tað má sigast at vera imponerandi, tá verjan av mongum verður skírd fyri at vera ein tann vánaligasta í Premier League.

- Men eitt er hagtøl, og eitt annað er veruleiki. Havi hug at siga sum Ebbe Skovdahl: ”Statistik er som et miniskørt. Det giver gode idéer, men skjuler det vigtigste”. Spælið hevur verið alt annað enn imponerandi, og viðhvørt situr man spyrjandi eftir dystin, og hugsar um, hvussu tað bar til at vit vunnu.

-vLíkamikið, so eru tað úrslitini, sum telja. Eg vænti ein sigur til Man Utd, men tað verður eingin sambafótbóltur. Teir koma at hava bóltin meginpartin av tíðini, uttan at skapa tað heilt stóra. Og so vóni eg, at Rooney verður fluttur fram í álopið, og Van Persie fer út á bonkin. Tað riggar ikki við Falcao og Van Persie, so kanska tíðin er komin at royna seg við Falcao og Rooney.
Eg tippi ein 2-0 sigur til Man Utd.

Dysturin millum Preston og Manchester United byrjar kl.19.45.