20 ára gamli James Alex Fields Jr. er undir illgruna fyri við Vilja at hava rent inn í mótmælisgongun. Mynd: Ryan M. Kelly/Handout, AP/Reuters

Djúpt høgravendur rendi á mótmælandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

13.08.2017 - 12:04

Tíðindi >

Ein 20 ára gamal maður, virkin á ytsta høgravongi í USA, rendi í nátt, við bili sínum, inn í eina mótmælisgongu. Ein 32 ára gomul kvinna doyði og 19 fólk fingu løstir.

Maðurin, sum skal vera James Alex Fields Jr. skal hava sagt við mammuna at hann skuldi luttaka í einum átaki hjá ytsta høgravongi í býnum Charlottesville.

Sambært CNN roknaði løgreglan við millum 2000 og 6000 fólkum í eini skrúgongu hjá ytsta høgravongi í USA. Talan skal vera um størstu savnan av Ku Klux Klan-limum, nazistum og øðrum hatbólkum sum hevur verið savnað í USA í fleiri tíggjuár.

Politikkarar í býnum hava heitt á hesar bólkarnar um at halda seg langt burtur frá býnum. Ein mótmælisgonga varð lýst leygardagin móti hatbólkunum, og tað var inn í hesa mannamúgvuna at tann 20 ára gamli rendi bilin hjá sær.

FBI er nú komið inn í málið, og skal kanna nærri umstøðurnar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur viðmerkt hendingina, men fær ábreiðslur frá øllum viðurkendum politiskum flokkum fyri at vísa veikleika, tí hann ikki tekur frástøðu frá haturstaluni hjá Ku Klux Klan, nazistunum og hinum hatbólkunum sum luttaka á fundunum í Charlotteville. Trump vildi heldur geva báðum pørtum líka stóra ábyrgd av hendingini.