Tom Dumoulin vann einkultstartin í Tour de France í dag (Mynd: Jyllandsposten)

Hollendskt tempofænomen vann Tour-einkultstartin í dag

Niels Petersen

15.07.2016 - 20:32

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Hollendski súkklarin, Tom Dumoulin, sum umboðar felagið, Giant-Alpecin hevur veruliga súkklað gott í ársins útgávu av Tour de France. Í dag vann hann sín næsta etapusigur í ár. Hetta skrivar Jyllandsposten.

Hann var frammanundan favorittur til at vinna 13. etapuna, sum er ein einkultstartur á 37,5 kilometrar frá Bourg-Saint-Andéol til La Caverne du Pont-d'Arc.

Dumoulin, er kendur sum tempofænomenið, og hann var eisini skjótastur á øllum millumtíðunum.

Chris Froome, sum súkklar fyri felagið, Sky, og sum hevur gulu føraratroyggjuna, megnaði heldur ikki at geva Dumoulin kapping, men hann endaði tó bert 1.03 minutt aftanfyri vinnaran í dag, og tað var nóg mikið til at økja um samlaðu leiðsluna.

Etapan í dag var tung skrivar Jyllandsposten, og serliga var tað svikaligur síðuvindur, mótvindur og óslætt asfalt sum argaði súkklararnar.

Áðrenn einkultstarturin byrjaði í dag, var steðgur á ein minutt hildin, til minnis um tey løstaðu frá yvirgangsálopinum í Nice í gjárkvøldið.