Mynd: Jens Kr. Vang

- Hómi ein ávísa vilja hjá Høgna Hoydal at flyta seg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 15:56

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

- Eftir fiskivinnukjakið í gjár hómi eg ein ávísan vilja frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at flyta seg. Um hetta er røtt eygleiðing ella ikki, fer tíðin at vísa. 

Hetta sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri, í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag í kjalarvørrinum av kjakinum á fiskivinnutinginum, sum var á Skúlatrøð í Klaksvík í gjár.

Í hesum sambandi heldur hann fyri, at kann Nýtt Sjálvstýri verða við til at avmarka víttfevnda arbeiðssetningin í samgonguskjalinum og avmarka uppboðssøluna, so vil flokkurin tað.

Víðari sigur hann um hetta evnið, at...

- Okkara útgangsstøði hevur verið, at vit ikki skulu hava nakra uppboðssølu, men við teimum samanrenningum av politiskum flokkum, sum í dag sita á Løgtingi, verður ongantíð meiriluti fyri ongari uppboðssølu.

Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri slær eisini fast, at hann fer ikki í samráðingar uttan treytir.

- Skal ein avtala gerast, skal hon vera breið, og tískil skulu í minsta lagi 2/3 av Løgtinginum standa saman um avtaluna. Harafturat má landsstýrismaðurin sláa seg til tols við, at bert ein lítil partur stendur saman um uppboðssøluna.

- Eg vil seta hurðina á glopp, men tað er upp til landsstýrismannin, um hann tekur av og er hugaður at fáa eina ordiliga breiða semju um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samfelag nú og í komandi tíðum, sigur Jógvan Skorheim at enda.