Mynd: BBC

Hon boðaði okkum frá 2. heimsbardaga - Nú er hon deyð, 105 ára gomul



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

10.01.2017 - 17:19

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Clare Hollingworth, bretska krígstíðindakvinnan, sum var tað fyrsta tíðindafólkið, ið kundi bera tíðindini, at seinri heimsbardagi var byrjaður, er nú deyð, 105 ára gomul. Hon doyði í Hong Kong, har hon hevur búleikast síðan fyrst í 1980-unum.

Hesi tíðindini ber BBC í dag.

Clare Hollingworth varð fødd tann 10. oktober 1911 í Knighton, sunnanfyri Leicester, í Onglandi og hevði arbeitt í einans eina viku hjá enska tíðindablaðnum The Daily Telegraph, tá ið hon varð send til Póllands at kanna nærri tey versnandi viðurskiftini ímillum londini í Evropa. Harfrá koyrdi hon yvir um markið til Týsklands og sá tá, at týskarar vóru til reiðar at leypa á Pólland.

Hesum boðaði hon bretsku sendistovuni í Warszawa frá, og gekk tað ikki long tíð eftir hetta, áðrenn tað stóð at lesa í The Daily Telegraph, at 1000 stríðsvognar stóðu beint við póllendska markið, og at tíggju herdeildir vóru til reiðar at leypa á.

Yvirskriftin var soljóðandi: ”1,000 tanks massed on Polish border. Ten divisions reported ready for swift strike.”

Seinri hjálpti Clare Hollingworth fleiri túsund fólkum undan harðræðinum hjá Adolf Hitler við at skipa so fyri, at tey fingu innfarðarloyvi til Bretland.

Clare Hollingworth hevur eisini verið tíðindakvinna í sambandi við kríggj í Algeria, Vietnam og Miðeystri og gjørdi í tveimum umførum samrøðu við Mohammad Reza Pahlavi, tann iranska shahin. Hon var tann einasti persónurin, hann vildi tosa við.

Hon vann ”James Cameron” prísin fyri journalistikk í 1994 og ein sonevndan ”Lifetime achievement” prís fyri ”What the Papers Say” í 1999.

Hon var deyðanum nær í 1946, tá ið ein bumba brast í Kong Dávid hotellinum í Jerusalem, og 91 fólk lótu lív. Hon var tá bert nakrar fáar metrar frá spreingingini.

Clare Hollingworth, sum var gift tvær ferðir, flutti til Hong Kong tíðliga í 1980-unum, eftir at hon frammanundan hesum hevði starvast sum tíðindakvinna, virkandi í Beijing í Kina.