Stórur fagnaður í Klaksvík í kvøld. (Mynd: Norðlýsið)

Hondbóltsfepur í Klaksvík: Team Klaksvík er oddalið

Agnar Frederiksen

11.10.2017 - 22:20

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað er sera gott hondbóltslag norðuri í Klaksvík í løtuni. Team Klaksvík vann fyri løtu síðani 26-25 á STÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík í einum sera spennandi dysti. Talan er um fjórða sigurin í fimm dystum í ár og fjórða sigurin á rað til klaksvíkingar, og tað ger at liðið nú er oddalið.

Mongu áskoðarnir fingu sannliga nakað fyri pengarnar í Badmintonhøllini í kvøld. Tað var STÍF sum kom nógv betri frá byrjan, og útiliðið kom skjótt uppá 4-1. Offensiva verjan hjá STÍF eydnaðist sera væl, og hon órógvaði Team Klaksvík nógv. Tað var 15-10 til STÍF í hálvleikinum, og tað var fult uppiborið.

Hóast Team Klaksvík kom væl út til seinna hálvleik, so hevði heimaliðið trupult við at koma tættari uppá enn trý mál. STÍF spældi sjálvdan við offensivari verju í 2.hálvleiki, men hóast útiliðið ikki hevði ein so góðan 2. hálvleik, so sá tað út sum, at tamarhald var á støðuni. Men seinastu tíggju minuttirnar broyttist dysturin. Team Klaksvík fór frá 20-23 til 23-23 uppá eina lítla løtu, og seinastu fimm minuttir var Team Klaksvík so at siga allatíðina á odda. Til endans var tað eitt mál, sum skilti liðini og tá seinasta bríksl ljóðaði var stór frøi  á leikarunum hjá Team Klaksvík og á heimaáskoðarunum.

Hjá Team Klaksvík var Ludvík Sakaris Súnason toppskjútti við 6 málum. Hjá STÍF gjørdist Jóannes A. Prestá toppskjútti. Hann skoraði 8 mál.

Í Høllini á Hálsi var eisini sera javnt, tá Neistin og H71 hittust. Tað endaði eisini við javnleiki, 20-20. Talan var um tvey lið, ið høvdu seks stig áðrenn dystin. Eina løtu í 2. hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda 18-15, og vóru harvið á veg ímóti fjórða sigrinum í fýra dystum. Men so kom Neistin aftur í aftur, og megnaði at fáa eitt stig.

Team Klaksvík er sostatt einsamalt oddalið, men H71 hevur leikt ein dyst minni. Tað at klaksvíngar eru á odda eftir fimm dystir, er sera yviraskandi. Síðani Team Klaksvík kom í bestu deildini hevur liðið enda aftast øll árini undantikið ta eina árið. Nú eru klaksvíkingar í gongd við at taka Hondbólts-Føroyar á bóli. 


Team Klaksvík - STÍF 26-25(10-15)

Neistin - H71 20-20


Støðan: 

Team Klaksvík 8
H71 7
Neistin 7
VÍF 4
STÍF 4
Kyndil 2
KÍF 0

* Team Klaksvík, Neistin, STÍF og Kyndil hava leikt fimm dystir. 
  H71, VÍF og KÍF hava leikt fýra dystir