Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Tað er í kvøld, at tær fyrstu finalurnar hjá ávikavist kvinnum og monnum standa á skránni.
Í finaluni í Hvonn deildini hittast Kyndil og Neistin í høllini á Hálsi kl. 18 í kvøld, meðan í finaluni í FTZ deildini hittast VÍF og H71 í ítróttarhøllini í Vestmanna kl. 20 í kvøld.
Neistakvinnurnar fingu flest stig í Hvonn deildini, meðan menninir hjá H71 fingu flest í FTZ-deildini, og eru tað tí hesi bæði liðini, sum fáa fyrimunin av at leika heimadystin í seinru finaluni – tó at tað í førinum hjá Neistinum valla fær nakran týdning, av tí at Kyndil, mótstøðulið teirra í finaluni, hevur sama heimavøll.
Seinru finalurnar verða leiktar leygardagin. Tá spæla H71 og VÍF kl. 16 í Hoyvíkshøllini, meðan Neistin og Kyndil spæla kl. 19.30 í høllini á Hálsi.
Skuldi tað verið neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld sunnudagin:
kl. 17.00 Møgulig triðja kvinnu- ella mansfinala
Neistin – Kyndil (kvinnur)/H71 – VÍF (menn)
kl. 19.00 Møgulig triðja mansfinala
H71 – VÍF (menn)