Hondbóltssambandið fær vitjan av donskum serfrøðingum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 13:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Komandi dagarnar fær Hondbóltssamband Føroya áhugaverda vitjan, tá ítróttastjórin í danska hondbóltssambandinum, Morten Hendriksen, og aðalskrivarin, Morten Stig Christensen, verða í Føroyum.

Teir báðir eru kendir í hondbóltsheiminum, og hava átt virknan leiklut í stóru framgongdini, sum hevur verið í donskum hondbólti.

Í annaðkvøld fara teir báðir at hyggja at dystinum í FTZ-deildini í høllini á Hálsi, millum Kyndil og H71. Eftir dystin bjóðar HSF landsliðsvenjarum, venjarum í bestu deildunum, høvuðsungdómsvenjarum og øðrum, í kantinuna í høllini, har Morten Henriksen fer at hava eina eftirmeting av tí, ið hann hevur sæð.

Mikudagin fer Morten Henriksen, sum hevur áralangar royndir sum venjari, at hava eina venjing við okkara U15-dreingjum frá leikaramenningini í Hoyvíkshøllini.

Hósdagin vera tvær framløgur í høvuðssætinum hjá BankNordik. Fyrst fer Morten Henriksen at hava fyrilestur fyri venjarum og øðrum um talent- og landsliðsarbeiðið hjá DHF. Og síðan er fyrilestur fyri øllum áhugaum, tá Morten Stig Christensen fer at greiða frá um DHF, danskan breiddar- og elituhondbólt, virðini o..a.

Kelda: hsf.fo