Jeppe Borch (t.v.) og Sonni Larsen

Hondbóltur: Sonni og Jeppe skulu venja manslandsliðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.10.2017 - 12:13

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Sonni Larsen og Jeppe Borch skulu standa á odda fyri A-landsliðnum í hondbólti hjá monnum.Teir báðir skrivaðu í gjár undir avtalu við Hondbóltssamband Føroya, sum er galdandi til 30. juni 2019.

Sonni Larsen verður høvuðsvenjari og Jeppe Borch hjálparvenjari.

– Tað er mær ein heiður at skula venja A-landsliðið hjá Føroyum. Føroyskur hondbóltur er í menning, og eg vil fegin vera við at menna føroyskan hondbólt enn meira, sigur nýggi høvuðsvenjarin.

Sonni Larsen, ið er dani, er venjari hjá besta liðnum hjá H71 á øðrum ári. Hann vann greipuna við H71 farna kappingarár. Sonni var eisini venjari hjá U21-landsliðnum, sum í summar skrivaði søgu til HM-endaspælið í Algeria.

Jeppe Borch stendur nú á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum. Farna kappingarár var hann venjari hjá KÍF.

– Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Sonni og Jeppe, sum uttan iva eru millum dugnaligastu venjarar, sum vit hava í Føroyum í dag, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Manslanslandsliðið skal til HM-undankapping í januar. Føroyar eru í bólki við Italia, Rumenia og Ukraina.

Landsliðsvenjararnir hava valt út ein bruttohóp. Allir fáa boð um úttøku í vikuni. Fyrsta venjingin er 26. til 29. oktober.

Tíðindaskriv frá Hondbóltssambandi Føroya