Kári Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Hondbóltur: U21 liðið skal hava nýggjan venjara



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.02.2017 - 14:19

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kári Nielsen kemur ikki at sita vil ábyrgdini, tá føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti í summar fer til Algeria fyri, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, at luttaka í einum HM-endaspæli

Sosialurin veit í dag at siga, at Kári Nielsen hevur sagt starvið sum U21 venjari frá sær. Hann er framvegis A-landsliðsvenjari, skilst.

Kári Nielsen er ikki nøgdur við umstøðurnar, sum hondbóltslandsliðið hevur at arbeiða undir, skrivar Sosialurin.

Við tað at landsliðsvenjararnir eru settir fyri eina uppgávu í senn, skuldi sáttmáli gerast av nýggjum, nú undankappingin er av, og nýggj uppgáva stendur fyri framman. Men her eru Kári Nielsen og Honsbóltssambandið ikki komin fram til nakra semju.

- Eg tími bara ikki í holt við nakað, um fortreytirnar (ikki, -red.) eru í lagi. Vit løgdu okkara ynski fram, og tað krevur nógv, men eg rokni við, at tey fata til endans, og so fær nýggi venjarin tær umstøðurnar. Tað er sjálvandi eitt sindur bitturt, sigur Kári Nielsen millum annað í samrøðu við Sosialin í dag.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, sigur við Sosialin, at tað helst verður danin Sonni Larsen, venjari hjá H71, sum tekur við sum landsvenjari fyri U21-menninar.

Talan hevur verið um, at Ingi Olsen, sum hevur vant U21 liðið saman við Kára Nielsen, skuldi taka yvir, men hesum forðar innanhýsis reglur hjá hondbóltssambandinum. Ingi Olsen hevur ein son, sum er partur av U21-hópinum.

Hesum heldur Kári Nielsen lítið um, tí hann illa dugir at síggja, at ein pápi skal vera meira ógegnigur at vera landsliðsvenjari, enn ein persónur, sum er venjari hjá einum felagi víð síðurnar av.

Sjálvur hevur Kári Nielsen ikki havt tilknýti sum venjari hjá nøkrum hondbóltsfelagi í virki sínum sum landsliðsvenjari, skrivar Sosialurin.