H71 vann greipuna hjá monnum i fjør. Í FM-finalunum vann H71 á VÍF.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hondbólturin byrjar aftur um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

11.09.2017 - 13:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eftir steðg síðani í vár og eftir langar fyrireikingar, eru liðini í FTZ-deildini og Hvonn-deildini nú til reiðar at fara í eldin aftur. 

Í bestu kvinnudeildini og mansdeildini verða fyrstu dystirnir leiktir komandi vikuskifti. Tað eru sjey lið í hvørjari deild, ið stríðast fyri at vinna tey bæði finaluplássini.

Fyrstu almennu dystirnir í ár vórðu leiktir í Hoyvíkshøllini mikukvøldið, tá greipuvinnararnir frá í fjør hjá bæði monnum og kvinnum vunnu Lionsbikarið. Kvinnuliðið hjá Kyndli vann 24-22 á Neistanum, og í mansdystinum vann H71 32-29 á VÍF. 

Meira um byrjanina uppá hondbóltsárið seinni í vikuni.