Hópdøttur í Tour de France

Ingi Samuelsen

03.07.2017 - 09:06

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Annar túrur í Tour de France 2017 varð súkklaður í gjár úr týska býnum Düsseldorf til Liège í Belgia.

Talan var um ein lutfalsliga flatan tein, ið varð avgjørdur við einum hópspurti í Liège.

Men mest umrødda hendingin á teininum í gjár var 30 kilometrar áðrenn mál, tá súkklarin, ið lá nummar trý í høvuðsbólkinum gleið á váta asfaltinum, og tók ein heilan hóp av súkklarum við sær í døttinum, teirra millum Chris Froome, ið aftur í ár er favorittur at vinna, og fleiri aðrar av teimum, ið hava góðan møguleika at gera seg galdandi í oddastríðnum.

Døtturin var tó ikki so álvarsligur, at súkklararnir ikki kundu reisa seg aftur og súkkla víðari.

Týskarin Marcel Kittel hjá liðnum Quick-Step vann hópspurtin, men tað er framvegis onglendingurin Geraint Thomas, ið vann stuttu tíðarkoyringina leygardagin, sum liggur á odda í kappingini, og harvið kann súkkla í gulu leiðslutroyggjuni. Geraint Thomas súkklar fyri liðið Team Sky, og er sostatt liðfelagi hjá Chris Froome.

Í dag súkkla teir úr býnum Verviers í Belgia, suðureftir gjøgnum alt Luksemburg og til Longwy, sum liggur beint hinumegin markið í Fraklandi. Hæddaravbjóðingarnar eru heldur ikki tær heilt stóru í dag, so roknað verður aftur við einum møguligum hópspurti í dag. Møguleiki er eisini fyri, at ein einsamallur súkklari ella nakrir fáir sleppa at avgera kappingina framman fyri høvuðsbólkin.