Jóan Símun Edmundsson (Jens Kr. Vang)

Hópurin, ið møtir Lettlandi og Portugal verður kunngjørdur mánadagin

Niels Petersen

24.09.2016 - 15:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Mánadagin 26. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen, A-landsliðsvenjari fer at kunngera føroyska hópin til dystirnar ímóti Lettlandi og Portugal, sum verða 7. og. 10. oktober.

Seinasta dyst spældi føroyska landsliðið sera væl. Var neyðuga hepnið við okkara, so bleiv tað til sigur móti Ungarn.