Hørður Askham og KÍ hava gjørt sáttmála fyri 2018.(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hørður Askham: Eg havi tað gott í KÍ

Agnar Frederiksen

04.08.2017 - 09:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Hørður Askham og KÍ hava longt sattmálan við einum ári. Sostatt verður Hørður eisini KÍ-leikari í 2018.

22-ára gamli verjuleikarin kom frá B36 í vetur, og hann hevur havt ein umráðandi leiklut hjá KÍ. Hørður hevur leikt 21 dystir fyri KÍ, umframt at hann er úttikin til A-landsliðnum tvær ferðir í ár. Hørður trívist væl í KÍ, og er sera glaður fyri felagið, og tað sum er rundanum:

- Eg havi valt at halda fram, tí eg havi tað gott í KÍ. Tað eru nógv ting, sum spæla inn; sum t.d. umstøðurnar, kvaliteturin hjá viðleikarunum, kvaliteturin á venjingini og eisini fólkini rundan um felagið. Eisini er stuðulin frá áskoðarunum sera góð
ur, og teir skapa ein serliga stemning til hvønn dyst.

Hørður vil sera gjarna vinna við KÍ, men fokus er eisini á menningina, og tað sum tað kann føra til:

- Framtíðarambitiónirnar eru sjálvandi at vinna so nógv sum møguligt, samstundis sum vit leikarar menna okkum. Eg havi ætlanir um at koma uttanlands at royna meg sum yrkisleikara, og vit fáa at síggja um tað røkkur á mál.