Hørður F. Sigtórsson og Óli á Gravarbø, nevndarlimur Í Team Klaksvík (Mynd: Team Klaksvík)

Hørður heldur fram í Klaksvík

Agnar Frederiksen

24.04.2018 - 20:17

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Hondbólturin er júst av, men liðini eru longu í gongd við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Fyrr í dag boðaði Team Klaksvík frá, at felagið hevur longt við sterka íslendska strikuspælaran; Hørð Fannar Sigtórsson.

Hørður, ið fyrr hevur umboða Kyndil, kom til Klaksvíkar undan undan farna kappingarárið. Hann var ein lyklaleikari í góðu gongdini hjá Team Klaksvík í byrjanini av kappingarárinum. Í seinnu hálvu var Hørður nógv úti. 

Í Team Klaksvík fegnast tey um, at Hørður aftur umboðar felagið komandi ár.